Vælkomin í missiónshúsið Libanon í Sørvági

Mar 11 2017

Tíðindir um Libanon

Missiónshúsið Libanon 1979

Leiðslan fyri Libanon er samd um, at frameftir fara vit at royna at hava eitt sindur meira lív í heimasíðuni. Ein kann tó ikki vænta dagligar dagføringar, men undan størri tiltøkum og tá okkurt áhugavert hendir í húsinum.

Og eisini um hvørjar ætlanir leiðslan arbeiðir við, so at serliga tey, sum ganga í húsinum, skulu kenna seg meira kunnað.

Tað er Heini Tavsen, sum umsitur heimasíðuna hjá Libanon og framvegis kemur at leggja tær vanligu lýsingarnar út, sum nú eru at síggja til høgru á skíggjanum, umframt annað, sum er á síðuni.

Nýggja tíðindapartin hevur Sonni Jacobsen átikið sær at hava.

Annars er hesin stubbin ein roynd fyri at vita, um alt riggar.

Myndin er ein søgulig mynd frá 1979, tá Libanon stóð í gerð.

sj 11-03-2017

Vit eru eisini á Facebook:

Sunnudagin, 26. mai

kl. 17: Møti við Rannvu Royðutoft

Sunnudagin, 2. juni

kl. 17: Møti við Bjarna Steintún

7. til 10. juni

Hvítusunnustevna við Tom Jacobsen

Sunnudagin, 16. juni

kl. 17: Møti við Anne Sophie Nordendal

Sunnudagin, 23. juni

Einki møti (grilling, hoppiborg o.a. uttan fyri missiónshúsið)