Vælkomin í missiónshúsið Libanon í Sørvági

Jul 09 2017

Útimøtini eru byrjað

Agnar

Seinasta sunnudag, 2. juli kl. 16 var fyrsta útimøti hjá Libanon í ár á Stakka í Sørvági, har útimøtini hava verið seinastu árini.

Tað var Agnar Joensen úr Sandavági (myndin), sum talaði. Tórhallur leiddi og Heini stóð fyri teknikkinum.

Í dag, 9. juli kl. 16 verður so næsta útimøti. Í dag vera tað Bjarni og Jannet Steintún, som koma at tala.

Tey, sum fara at tala og vitna á útimøtunum restina av summarinum vera:

  1. juli, Sunleif Jacobsen og fleiri.
  2. juli (tá verður útimøti í Bø) Tróndur Niclasen skipar fyri.
  3. juli, Marni og Barbara Joensen.
  4. august. Einki útimøti á Stakka, men vit fara til Sandavágs á útimøti, har m.a. Blátt Gras luttaka.
  5. august, Frelsunarherurin í Havn.

Útimøtini verða sunnudagar kl. 16, um viðrar.

9-7-2017, sj.

Vit eru eisini á Facebook:

Sunnudagin, 26. mai

kl. 17: Møti við Rannvu Royðutoft

Sunnudagin, 2. juni

kl. 17: Møti við Bjarna Steintún

7. til 10. juni

Hvítusunnustevna við Tom Jacobsen

Sunnudagin, 16. juni

kl. 17: Møti við Anne Sophie Nordendal

Sunnudagin, 23. juni

Einki møti (grilling, hoppiborg o.a. uttan fyri missiónshúsið)